Ongi úrslit

Tað mest umfatandi álopið á Ukraina

Eitt umfatandi hevndarálop sigur verjumálaráðið

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Russland framdi í nátt eitt av størstu loftálopunum á Ukraina, síðani kríggið byrjaði.

Høvuðsdenturin var lagdur á høvuðsstaðin Kyiv, men álop vóru eisini framd aðrastaðni í landinum.

Sambært ukrainska flogvápninum var Ukraina álopið við tilsamans 570 loftmálum , 496 dronum og 74 missilum, harímillum 24 ballistiskum Iskander-missilum.

Ukrainska loftverjan sigur, at tað eydnaðist at skjóta niður ella beina burtur 524 av loftmálunum, nevniliga 476 dronur og 48 missilir. Fýra av teimum niðurskotnu missilunum vóru ballistiskir Iskander-missilir.

Ukrainska flogvápnið lýsir álopið sum ógvuliga umfatandi og sigur, at Russland nýtti eitt óvanliga stórt tal av ballistiskum missilum.

Sambært ukrainskum myndugleikum eru í minsta lagi 13 fólk deyð, og 86 eru særd.

Russiska verjumálaráðið sigur, at talan var um eitt umfatandi hevndarálop, eftir at Ukraina hevur rakt fleiri mál inni í Russlandi.

Sambært ráðnum vóru málini hernaðarídnaðurin og orku- og brennievnisstovnar í Kyiv og Kyiv-økinum.

Ukrainskir myndugleikar siga hinvegin, at meira enn 20 bústaðarbygningar vórðu raktir. Eisini eitt marknaðarøki og eitt gistingarhús hava fingið skaða.

Í gjárkvøldið ávaraði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj um, at eitt stórt russiskt álop var í væntu. Samstundis stytti hann um vitjan sína í Írlandi og fór heim til Ukraina.

Ukrain framdi samstundis dronuálop móti Russlandi. Sambært russiska verjumálaráðnum hevur russiska loftverjan skotið 327 ukrainskar dronur niður, fleiri av teimum á veg móti Moskva-økinum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

14 tímar síðan

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

22 tímar síðan