Løgtingsmaðurin Magni Højgaard hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, tríggjar skrivligar spurningar um rúsviðgerð í Føroyum.
Hann vil vita, hvussu støðan er á økinum, og um landsstýrið hevur kannað møguleikan fyri at skipa almenna avrúsing.
Vil hava almenna avrúsing kannaða
Magni Højgaard vísir á, at fleiri ferðir hevur verið mælt til at skipa almenna avrúsing í Føroyum, til dømis í sambandi við sjúkrahúsverkið.
Hann vil tí vita, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um hetta.
Løgtingsmaðurin reisir eisini spurningin um substitutiónsviðgerð til fólk við álvarsligum og samansettum bundinskapi.
Endamálið við slíkari viðgerð er at hjálpa fólki, sum hava sera trupult við at gerast heilt rúsfrí.
Sambært Magna Højgaard hevur óvissa verið um bæði lógarheimildir og kostnað. Hann vil tí hava greiðu á, hvørjar heimildir eru galdandi, og um viðgerðin kann gerast lættari at fáa í Føroyum.