Ongi úrslit

Samgongan á rættari kós

Beinir Johannesen, løgmaður
4 tímar síðan

Í dag legði Búskaparráðið fram eina temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið.

Yvirskriftin var hendan: "Kósin er ikki haldfør – og má rættast"

Tá eg sá tilmælini fyri, hvat skuldi til fyri at rætta kósina, so hevði eg eina góða kenslu av kósini, samgongan longu hevur sett.

 Búskaparráðið mælir til: 

• at gera íløgur í lestarumhvørvi og gera átøk á bústaðarøkinum, so ung fólk velja Føroyar til.

• at seta eitt fíggjarpolitiskt regluverk í verk, ið ásetur hvussu stóran útreiðsluvøkstur, tað almenna kann hava.

• at hækka pensjónsaldurin í takt við, at miðal livialdurin veksur.

• at vit gera rakstrarsparandi íløgur.

• at gera nýskipanir, har útreiðslurnar lækka.

 Samgongan hevur longu sett sær fyri at fremja øll hesi átøkini.

So nú ræður um at halda hesa kósina og samstundis føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Soleiðis tryggja vit samfelagið frameftir.

Beinir Johannesen,
løgmaður

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12