Ongi úrslit

Samleikin fær eyka trygdarstig: Brúkarar skulu góðtaka nýggjar treytir

Samleikin fær nú eyka trygdarstig, sum skulu gera tað truplari hjá óviðkomandi at fáa atgongd við Samleikanum hjá øðrum.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Brúkstreytirnar hjá Samleikanum eru dagførdar. Endamálið er at styrkja trygdina, tá brúkarar rita inn við Samleikanum.

Fyrstu ferð brúkarar nýta Samleikan eftir dagføringina, skulu teir góðtaka nýggju brúkstreytirnar.

Appin skal ávara um illgruna

Við broytingunum verða fleiri trygdarstig løgd afturat innritanini. Tey skulu hjálpa til at avdúka støður, har óviðkomandi royna at fáa atgongd við Samleikanum hjá einum brúkara.

Er illgruni um ólógliga atgongd, verða boð víst í Samleika-appini. Har fær brúkarin eina frágreiðing og kann avvísa innritanina.

100.000 innritanir um vikuna

Samleikin er talgilda atgongdin til fleiri almennar og privatar tænastur í Føroyum.

Tænastan hevur 52.000 brúkarar. Umleið 100.000 innritanir eru í Samleikanum um vikuna.

Talgildu Føroyar upplýsa, at broytingarnar skulu gera nýtsluna av Samleikanum tryggari.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14