Ongi úrslit

Sammy Skytte er nú í NSÍ

Fyrrverandi HB miðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum

NSÍ
5 tímar síðan

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

NSÍ styrkt seg til restina av kappingárinum

NSÍ hevur skrivað sáttmála við 29 ára gamla danan Sammy Skytte, sum verður partur av hópinum restina av hesum kappingarárinum.

Sammy er ein kendur spælari í føroyskum fótbólti, tí hann spældi tvey kappingarár við HB. Talan er um kappingarárini 2024 og 2025. Í tíðini hjá teimum reyðu og svørtu náddi hann at spæla 49 dystir og skora 16 mál.

Áðrenn Sammy kom til Føroyar at spæla, umboðaði hann feløg sum Silkeborg IF (DK), FC Midtjylland (DK), AC Horsens (DK), Stabæk (NO), Bodø/Glimt (NO) og Concordia (RUM). Síðani Sammy fór úr HB, hevur hann leikt við FA Siauliai í bestu deildini í Litava.

Sammy er ein stórur, sterkur og fjølbroyttur leikari. Hann er góður í nærdystum, hevur góðar førleikar í luftspælinum, og so hevur hann góðan bóltførleika við báðum beinum. Sammy er ein klókur spælari, sum lesur spælið væl, og hann kann geva liðnum bæði orku og kvalitet á miðvøllinum.

NSÍ fegnast um at hava fingið Sammy Skytte í hópin, og honum verður ynskt alt tað besta í hinum kenda gula og svarta búnanum.

Vælkomin til NSÍ, Sammy!

Saman standa vit sterk!, skrivar NSÍ í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 10:00