Sandoyartunnilin stríðist framvegis við nógvan fukt, sum stundum hevur gjørt sýnið í tunlinum vánaligt. Nú skulu nýggir mátarar setast upp fyri at finna orsøkina og bøta um stýringina av viftunum.
Ein roynd um vikuskiftið gav eitt óvæntað úrslit. Allar 18 vifturnar koyrdu í meira enn eitt samdøgur, men hóast tað var framvegis nógvur fuktur í tunlinum. Samstundis fóru sikringarnar til fýra viftur.
Tá allar 18 vifturnar síðani vórðu sløktar, minkaði fukturin. Eftir umleið tveimum tímum var hann horvin, hóast vegbanin framvegis var vátur av nógva fuktinum frammanundan.
Vifturnar kunnu gera støðuna verri
Seinasta árið hevur Sandoyartunnilin roynt at halda fuktinum niðri við at lata vifturnar koyra ávís tíðarskeið um morgunin og seinnapartin. Hetta hjálpti eina tíð, men trupulleikin er komin aftur. Royndir hava eisini víst, at vifturnar á summum døgum kunnu hava við sær, at meira fukt ella „mjørki“ kemur inn í tunnilin, so støðan fyribils versnar.
Nýggir mátarar skulu finna orsøkina
Nýggj mátiútgerð er bíløgd og skal máta fukt, hita og døggpunkt. Endamálið er at fáa eitt neyvari grundarlag undir stýringini av viftunum og samstundis finna orsøkina til trupulleikan. Ein serfrøðingur hevur eisini boðið sær til at kanna, hvussu veðurlagið kann ávirka viðurskiftini í tunlinum.
Sandoyartunnilin ásannar, at eingin endalig loysn enn er funnin, men sigur, at trupulleikin verður tikin í størsta álvara, og at arbeitt verður miðvíst við at finna eina haldgóða loysn.