Hví skuldi býráðið atkvøða umaftur um eitt mál, sum longu var samtykt? Hví fingu býráðslimir ikki orðið? Og hví skuldu vit taka støðu til eitt mál, uttan at viðkomandi skjøl vóru løgd fram?
Hesir spurningarnir settu sín dám á seinastu 15 minuttirnar av býráðsfundinum hóskvøldið 19. november, sum endaði í ruðuleika.
Seinasta málið á skránni snúði seg um gegnið hjá Bergi Dam Jensen. Býráðið hevði longu viðgjørt og samtykt málið 17. september 2026. Síðani hevði Heidi Lava Elgarsdóttir vent sær til kommunala eftirlitið, men eftir tí, sum upplýst er, hevði hon ikki fingið viðhald.
Kortini varð málið lagt fyri býráðið aftur. Hvat var broytt síðani 17. september, og hvør var løgfrøðiliga grundgevingin fyri at taka málið upp aftur?
Eingi skjøl – men atkvøðast skuldi
Tá borgarstjórin helt fast um, at atkvøðast skuldi, mótmæltu tveir býráðslimir úr minnilutanum og fóru av fundi.
Síðani bóðu tríggir aðrir býráðslimir úr minnilutanum um orðið. Teir fingu noktandi svar frá borgarstjóranum, tí nú skuldi atkvøðast. Teir fóru tí eisini av fundi.
Harvið vóru bert samgongulimir eftir.
Eg spurdi borgarstjóran, kommunustjóran og løgfrøðingin, hvar skjølini frá kommunala eftirlitinum vóru. Eingi slík fylgiskjøl vóru við málinum. Onki, sum gav okkum grundarlag at taka avgerð út frá. Kortini varð hildið fast um atkvøðugreiðsluna.
Og nú skuldi meirilutin einsamallur atkvøða í málinum.
Hetta er eftir míni sannføring ein ódemokratisk mannagongd. Tað kann ikki vera rætt, at ein meiriluti skal trýsta eina atkvøðugreiðslu ígjøgnum, eftir at býráðslimir hava fingið noktandi svar upp á umbønir um orðið og tí eru farnir av fundi.
Ein meiriluti hevur rætt til at taka avgerðir. Men tað gevur honum ikki rætt til at skúgva minnilutan til viks.
Eg rýmdi ikki av fundi
Í fjølmiðlunum hevur verið ført fram, at eg rýmdi av býráðsfundinum. Tað er ikki rætt.
Tá tað gjørdist greitt, at borgarstjórin helt fast um atkvøðugreiðsluna, boðaði eg frá, at eg ikki fór at luttaka. Eg reisti meg úr býráðssessinum, men fór ikki av fundarstaðnum.
Eg varð verandi og royndi at fáa eina samrøðu í lag og finna eina loysn, so býráðið kundi koma víðari á ein virðiligan hátt.
At eg ikki vildi taka lut í atkvøðugreiðsluni, merkir ikki, at eg rýmdi frá míni ábyrgd. Tvørturímóti royndi eg at forða fyri, at ein álvarslig ósemja um mannagongdina fekk enn størri avleiðingar.
Vit í Javnaðarflokkinum vóru samd um, at vit ikki kundu góðtaka hesa framferðina. Tá eingin loysn fekst, endaði býráðsfundurin.
Demokrati er meira enn at telja atkvøður
Hví var tað so umráðandi at fáa atkvøðugreiðsluna ígjøgnum júst hetta kvøldið?
Hví kundi málið ikki útsetast, til skjølini frá kommunala eftirlitinum vóru løgd fram, og allir býráðslimir høvdu fingið høvi at siga sína hugsan?
Tað hevði verið ein bæði skilagóð og virðilig loysn.
Í einum fólkaræði er tað meirilutin, sum tekur avgerðirnar. Men minnilutin hevur eisini rættindi, sum skulu virðast. Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at demokratisku skipanirnar kunnu virka.
Eg standi tí við avgerðina um ikki at taka lut í atkvøðugreiðsluni.
Tað hevði verið skeivt at latið sum einki og góðtikið, at meirilutin einsamallur skuldi avgreiða eitt umstrítt mál, eftir at minnilutin var farin av fundi í mótmæli. Hetta vóru og eru vit í Javnaðarflokkinum samd um.
Tí snúðu seinastu 15 minuttirnir av býráðsfundinum seg um nógv meira enn gegnið hjá einum býráðslimi.
Teir snúðu seg um virðingina fyri býráðnum, rættindunum hjá minnilutanum og sjálvari demokratisku mannagongdini.
Heðin Mortensen,
varaborgarstjóri fyri Javnaðarflokkin Tórshavnar býráð