Ongi úrslit

Seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Áki Bertholdsen
28. apríl kl. 08:49

Í gjár var løgreglan víða um á meginøkinum fyri at kanna ferðsluna. Og tá ið tey komu heim aftur, høvdu tey givið seks bilførarum klipp í koyrikortið, umframt at teir fingu bót.

Norðan fyri varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhldna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Tað kostar honum 1.500 krónur í bót, umframt at hann fær klipp í koyrikortið.

Harumframt fingu fimm bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Teir vórðu allir tiknir á strekkjum í Fuglafjørði, Hvalvík og við Kollafjarðartunnilin, har tað er loyvt at koyra 80 og teir koyrdu allir ímillum 102 og 106 kilometrar um tíman.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

19 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17