Ongi úrslit

Semja um felags royndarverkætlan fyri venjing í Suðuroy

Endamálið er at royna eina nýggja og meira samanhangandi skipan, har venjingartænasturnar verða savnaðar undir einari leiðslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi

homr.fo
1 tími síðan

Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og Bú- og heimatænastan í Suðuroy hava samtykt at fara undir eina royndarverkætlan um endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi venjing í Suðuroy. 

Endamálið er at royna eina nýggja og meira samanhangandi skipan, har venjingartænasturnar verða savnaðar undir einari leiðslu á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í dag eru tænasturnar skipaðar í trimum geirum og eftir trimum regluverkum, og tað kann gera tað trupult at tryggja teimum, sum fáa tænastu, eitt samanhangandi tilboð. 

Lagt verður upp til, at venjingin kann veitast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, í bútilboðum hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroy og Almannaverkinum, umframt heima hjá borgaranum. Við einari felags leiðslu og greiðari inngongd, skal tað verða einfaldari og skjótari at fáa røttu tænastuna, samstundis sum betri samanhangur verður tryggjaður millum ymsu geirarnar. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu-, orku- og eldramálum, raðfest pening til royndarverkætlanina. Raðfestingin ger tað møguligt at seta ein fysioterapeut og ein ergoterapeut afturat á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og harvið tryggja neyðugu starvsfólkaorkuna til verkætlanina. 

– Samanhangandi venjing, sum verður veitt í røttu tíð, kann bøta um lívsgóðskuna, styrkja sjálvbjargnið og minka um tørvin á varandi hjálp og stuðli. Við royndarverkætlanini fáa vit høvi at royna, um ein felags skipan kann tryggja teimum, sum fáa tænastu, eina betri og meira samanhangandi tænastu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum. 

– Tey, sum fáa tænastu, skulu uppliva eitt samanhangandi tilboð, hóast fleiri myndugleikar varða av tænastunum. Royndarverkætlanin fer at geva okkum virðismiklar royndir og kann vísa veg fyri, hvussu vit skipa økið betur í øllum landinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum. 

Ætlanin er at eftirmeta royndarverkætlanina eftir tvey ár. Eru úrslitini góð, kann skipanin gerast fyrimynd fyri, hvussu venjingarøkið kann skipast kring landið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

Í gjár kl. 08:31

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31