Í sambandi við komandi fíggjarlóg fyri 2027 heitir Serlæknafelag Føroya staðiliga á politisku skipanina um at varðveita Serlæknapuljuna. Puljan hevur seinastu árini verið eitt av týdningarmestu amboðunum til at menna og styrkja føroyska sjúkrahúsverkið. Verður hon tikin av, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri framtíðar menningina av føroyska heilsuverkinum og møguleikarnar hjá føroyskum sjúklingum at fáa viðgerð í egnum landi.
Eitt nútímans sjúkrahús krevur nógvar ymiskar sergreinar
Ein serlækni er ikki bara ein serlækni. Serlæknar eru útbúnir innan ymiskar sergreinar og hava hvør sínar serligu førleikar. Ein hjartalækni kann ikki uttan víðari loysa uppgávurnar hjá einum giktalækna, eins og ein nýralækni ikki kann avloysa ein neurolog. Allar hesar sergreinar eru neyðugar, um vit skulu kunna bjóða føroyskum sjúklingum eina fjølbroytta, trygga og dygdargóða sjúkugreining og viðgerð.
Eitt nútímans sjúklingaforløb krevur ofta samstarv millum fleiri ymiskar sergreinar. Sjúklingar við samansettum sjúkum hava ikki sjáldan tørv á, at fleiri serlæknar í felag standa fyri sjúkugreining og viðgerð. Hetta tvørfakliga samstarvið er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum vælvirkandi sjúkrahúsverki.
Skulu vit kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð á høgum norðurlendskum støði, er tí neyðugt at hava nóg nógvar serlæknar við ymiskum førleikum.
Alternativið er, at enn fleiri sjúklingar mugu sendast av landinum til útgreiningar og viðgerðar, sum annars kundu verið veittar í Føroyum.
Hetta hevur ikki bert fíggjarligar avleiðingar fyri samfelagið, men eisini stórar sosialar og sálarligar avleiðingar fyri sjúklingar og avvarðandi, sum mugu ferðast langt frá heimi og familju fyri at fáa neyðuga viðgerð.
Serlæknapuljan hevur verið ein sólskinssøga
Føroyska politiska skipanin eigur stórt rós uppiborið fyri at hava tikið stig til Serlæknapuljuna.
Við støði í einari langtíðarætlan fyri, hvussu nógvar serlæknar og hvørjar sergreinar føroyska sjúkrahúsverkið hevur tørv á – sokallaðu dimensioneringsætlanini – hevur Serlæknapuljan gjørt tað møguligt at seta nýggjar serlæknar í starv, tá ið teir eru lidnir við sína serlæknaútbúgving.
Puljan hevur sostatt gjørt tað møguligt at økja um samlaðu serlæknamanningina, heldur enn bert at seta nýggj fólk í størv, sum longu eru fíggjað.
Frá einari sera avbjóðandi støðu í 2015 hevur føroyska sjúkrahúsverkið seinastu tíggju árini upplivað eina munandi menning. Við miðvísari rekruttering og fígging gjøgnum Serlæknapuljuna eru umleið 20 nýggir serlæknar komnir afturat á føroysku sjúkrahúsunum.
Hetta er eitt stórt framstig og eitt ítøkiligt dømi um, at langtíðarætlanir og politiskar raðfestingar kunnu skapa veruligar betringar í føroyska heilsuverkinum.
Men hóast framgongdina er framvegis stórur mangul á serlæknum innan fleiri sergreinar. Vit eru tí enn langt frá at hava ta serlæknamanning, sum dimensioneringsætlanin leggur upp til.
Serlæknapuljan er sostatt ikki ein fyribils útreiðsla, men ein langtíðaríløga, sum væntandi má halda fram í 10–20 ár afturat, áðrenn føroyska sjúkrahúsverkið hevur rokkið einum haldførum støði viðvíkjandi tali og samanseting av serlæknum.
4,5 nýggj serlæknastørv kunnu verða veruleiki í 2027
Longu í 2027 eru 4,5 nýggj serlæknastørv aktuell í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Talan er um serlæknar, sum eru lidnir við sína útbúgving, og sum hava sýnt ítøkiligan áhuga fyri at koma heim til Føroya at arbeiða. Munnligar avtalur eru um hesi størv, og fleiri teirra fyrireika seg longu til at flyta heim.
Men uttan Serlæknapuljuna er eingin fígging til hesi nýggju størv.
Tað hevði verið sera óheppið, um vit júst nú, tá ið fleiri vælútbúnir serlæknar eru til reiðar at koma heim, valdu at steðga teirri skipan, sum hevur gjørt hesa menning møguliga.
Vit eiga at síggja hetta sum ein møguleika, ið ikki má glíða okkum av hondum. Fáa tey ikki starv í Føroyum, fáa tey starv uttanlanda og koma tískil ongantíð aftur til Føroyar at bera part av byrðuni í Sjúkrahúsverkinum, og føroysku borgarirnir fáa ongantíð ágóða av teirra serstøku vitan
Vit kunnu ikki fíggja eina sergrein við at niðurraðfesta eina aðra
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur alment ført fram, at nýggj serlæknastørv í 2027 kunnu fíggjast við at nýta verandi, ósett serlæknastørv í sjúkrahúsverkinum.
Henda loysnin kann tykjast skilagóð á pappírinum, men veruleikin er munandi meira samansettur.
Tá ið eitt serlæknastarv stendur ósett, merkir tað ikki, at peningurin er óneyðugur ella óbrúktur. Tvørturímóti verður játtanin í fleiri førum nýtt til at tryggja sjúklingum neyðuga viðgerð við hjálp frá útlendskum serlæknum, meðan arbeitt verður við at fáa fastsettar serlæknar til Føroya.
Neurologi er eitt gott dømi.
Í Føroyum hava vit í fleiri ár havt tørv á einum neurologi, men hóast royndir at rekruttera hevur ikki eydnast at fáa ein fastsettan neurolog. Sjúklingar við neurologiskum sjúkum eru tó framvegis í Føroyum og hava tørv á serlæknahjálp.
Tí verður fíggingin til neurologiska serlæknastarvið nýtt til at fáa útlendskar neurologiskar konsulentar til Føroya, sum tryggja, at hesir sjúklingar kunnu fáa útgreining og viðgerð.
Um henda játtanin í staðin verður nýtt til at seta ein serlækna innan eina aðra sergrein, hvørvur fíggjarliga grundarlagið undir verandi neurologisku konsulentskipanini. Og stóri taparin sum stendur eftir, eru føroysku sjúklingarnir sum hava eina, í hesum døminum, eina neurologiska sjúku, men ongan serlækna í øllum landinum alt árið.
Vit hava tá í veruleikanum ikki styrkt sjúkrahúsverkið, men bert flutt tilfeingi frá einari sergrein til eina aðra. Tískil er hetta als ikki ein haldbar ella skynsamur háttur, at fíggja ein serlækna, ið nú stendur og bíðar eftir at fáa starv í Føroyum.
Tað er ikki ein verulig útbygging av sjúkrahúsverkinum at fíggja eina nýggja sergrein við at taka fíggingina frá einari aðrari.
Hetta er júst orsøkin til, at Serlæknapuljan hevur so stóran týdning. Hon ger tað møguligt at byggja nýggjar serlæknakompetansur upp, uttan at verandi tænastur verða skerdar.
Ein íløga í sjúklingatrygd, góðsku og samfelagsbúskap
At hava fleiri serlæknar í Føroyum snýr seg ikki bert um tal av læknum. Tað snýr seg um, hvørja sjúkugreining og viðgerð vit sum samfelag kunnu bjóða okkara borgarum.
Ein størri og fjølbroyttari serlæknamanning merkir, at fleiri sjúklingar kunnu verða útgreinaðir og viðgjørdir í Føroyum, at tvørfakliga samstarvið verður styrkt, og at sjúklingatrygdin og viðgerðargóðskan kunnu mennast enn meira.
Samstundis kunnu fleiri viðgerðir í egnum landi minka um tørvin á viðgerð uttanlands. Hetta kann hava bæði stórar menniskjaligar og búskaparligar fyrimunir.
Ambitiónin um at menna føroyska sjúkrahúsverkið til eitt enn sterkari fakligt umhvørvi, við hægri viðgerðarstøði, gransking, útbúgving og møguligari framtíðarstøðu sum universitetssjúkrahús, krevur eisini eina breiða og væl útbygda serlæknamanning.
Ein slík menning kann ikki fremjast uttan miðvísa og langtíðar fígging.
Serlæknapuljan má varðveitast
Serlæknapuljan hevur seinastu tíggju árini prógvað sítt virði. Hon hevur verið við til at venda einari avbjóðandi støðu til eina jaliga menning, har fleiri serlæknar eru komnir heim til Føroya, og føroyska sjúkrahúsverkið er vorðið sterkari.
Nú eiga vit ikki at steðga hesi menning.
Serlæknafelag Føroya heitir tí staðiliga á Landsstýrið og Løgtingið um at varðveita Serlæknapuljuna á fíggjarlógini fyri 2027 og tryggja, at hon kann halda fram komandi árini.
Puljan má varðveitast, inntil vit eru komin munandi nærri málinum í dimensioneringsætlanini fyri serlæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Hetta er ikki bert ein spurningur um arbeiðspláss hjá serlæknum.
Hetta er ein spurningur um, hvørja sjúkrahúsviðgerð vit ynskja at kunna bjóða føroyska fólkinum – bæði í dag og í framtíðini.
Dimensioneringsætlanin: serlaeknaaetlan-toervur-a-serlaeknum-i-foeroyska-heilsuverkinum-juni-2024.pdf
Vegna Serlæknafelag Føroya:
Shahin Gaini, formaður Serlæknafelag Føroya,
Niclas Eysturoy, næstformaður Serlæknafelag Føroya