Í septembur skipar ÍSF fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið.
Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg, sigur ÍSF í tíðindaskrivi í dag.
Hetta fyrsta árið tey skipa fyri slíkum tiltakið, eggja tey øllum arbeiðsplássum í Føroyum at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni, sum hevur heitið »Vit eru við«.
Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september og tey eggja leiðarum til at seta kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni.
Arbeiðspláss eru so ymisk og tí fara tey í vikunum upp undir ítrótta- og rørsluvikuni at koma við hugskotum um, hvussu tey kunna leggja rørslutiltøk, ella felags ítróttavenjingar, til rættis.
– Tað skal vera ómakaleyst at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni, men endamálið er at gera rørslu sjónliga í gerandisdegnum.
– Øll rørsla munar, eisini at brúka trappurnar heldur enn lyftuna, at fara felags gongutúr í døgurðatímanum, gera morgunfimleik ella hava fundir, har fólk eru kropsliga virkin
Í sama viðfangi verður eisini skipað fólkaheilsuráðstevnuni »Rørsla á arbeiðsplássinum«, ið hevur til endamáls at savna arbeiðspláss og fólk í Føroyum annars, um rørslu, og at fáa leiðslur at seta rørslu á dagsskrá sum heilsufremjandi leiðsluátøk.