Ongi úrslit

Seta lívæðrina hjá svínoyingum og fugloyingum í vanda

Strandfaraskipið, Ritan, kann missa tær sømdir, hon hevur í Hvannasunds havn
Áki Bertholdsen
55 minuttir síðan

Verður uppskotið hjá Landsstýrinum samtykt, fer havnin í Hvannasundi at missa eina inntøku upp á 129.600 krónur í inntøkum. Tað eru 13 prosent av øllum inntøkunum hjá havnini, sum verða strikaðar við einum pennastroki.

Tað sigur Hvannasunds kommuna í eini viðmerking til uppskotið, Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið um at Strandferðslan ikki skal rinda til tær havnir tey brúka.

Bygdaráðið í Hvannasundi sigur, at tað kunnu tey, á ongan hátt, góðtaka. Tey siga, at Hvannasund og Viðareiði sum eiga av Hvannasunds Havn, hava gjørt stórar íløgur í havnaøkið tey seinastu árini, bæði nýggja nýggja atløgubryggju, sum í stóran mun gagnar SSL, umframt pakkhús við bíðirúmi og almennum WC, sum Strandferðslan leigar.

Tey hava eisini asfaltera og gjørt parkeringsbásar og annað viðlíkahald.

Harumframt fara umleið 3.500 fermetrar av havnaøkinum í Hvannasundi burturav fara til samferðsluna til útoyggjar, men tá ið ferjur koma og fara, leggjast 1.500 fermetrar afturat til parkering í sambandi við Strandferðsluna.

– Á onkran hátt kann man siga, at Hvannasunds Havn ikki hevur brúk fyri Rituni, men Ritan hevur brúk fyri Hvannasunds Havn, sigur bygdaráðið.

 – Ritan er lívsæðrin hjá fugloyingum og svínoyingum og henda lívsæðrin eigur ikki at vera nýtt sum nøkur handilsvøra, siga tey.

Tey gera eisini greitt, at verður uppskotið samtykt, verður tað eitt stórt ivamál, um Ritan framvegir fer eitt eiga sama fasta plássið í Hvannasunds Havn, sum hon hevur í sag.

Ritan hevur tað besta plásssið í Hvannasunds Havn. Men missir havnin heili 13 prosent av inntøkunum, má Hvannasunds Havn umhugsa, at lata Rituna javnan leggja at aðrastaðni - og kommunan má eisini umhugsa at gera avtalur við onnur um økið, Ritan brúkar í dag, sigur bygdaráðið í Hvannasundi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

Í gjár kl. 07:00

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27