Landsstýrið hevur sett sær fyri at seta munagóð tiltøk í verk fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnum, bæði smugling og misnýtslu.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár er játtan sett av til ein tollara afturar og til at bøta um upplýsingina og kunningina um rúsevni.
Peningur er eisini settur av til at styrkja SSP samstarvið. SSP er samstarvið ímillum løgregluna, skúlan og sosialar myndugleikar, eitt nú við tí endamáli at forða fyri rúsevnamisnýtslu.
Í sambandi við tolleftirlitið, ætlar samgongan, at Taks skal fáa ein tollara afturat um árið hesi næstu trý árini, ella tríggjar tollarar afturat tilsamans.
Hetta var eisini eitt av tí, Beinir Johannesen, løgmaður røddi um í ólavsøkurøðuni og í tíðindakrivi sigur hann, at hann heldur, at hetta er ein góð byrjan.
– Men vit vita samstundis, at tað skal meira til, og vit øll mugu standa saman um at seta tiltøk í verk á hesum økinum, tí tað eru ongir skjótt syftir seiðis á hesum øki, sigur Beinir Johannesen.