Beint fyri midnátt í gjárkvøldið, ringdi ein maður at melda harðskap. Hann segði, at hann var sligin, men hann visti hvør gerningsmaðurin var.
Løgreglan sigur, at tey handtóku gerningsmannin beint aftan á, men hann var ávirkaður og tí varð hann settur í brummuna at sova rúsin av sær og so verður hann avhoyrdur í dag.
Løgreglan sigur, at tann, sum var sligin, hevði sjónligan skaða í andlitinum og hann var eisini til læknakanning at staðfesta skaðan.
Løgreglan skal eisini kanna um gerningsmaðurin hevur onnur lógarbrot í førninginum, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda við honum.