Ongi úrslit

Sev styrkir vindmyllutoymið: Serfrøðingar úr útlondum komnir til Føroya

Tøkningar úr fleiri londum hava í summar arbeitt saman við Sev við at kanna, feilfinna og umvæla vindmyllurnar í Húsahaga.

© Sev.
Vindmyllutoymið hjá Sev er í ferð við at gjøgnumganga, feilfinna og umvæla vindmyllurnar í Húsahaga.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Vindmyllutoymið hjá Sev er í ferð við at gjøgnumganga, feilfinna og umvæla vindmyllurnar í Húsahaga. Í hesum arbeiðinum fær Sev hjálp frá tøkningum hjá Full Circle Wind Services, sum hevur serkunnleika í viðlíkahaldi og umvæling av vindmyllum.

Í juli vóru fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle í Føroyum undir leiðslu av Lauru Collin. Tey arbeiddu saman við starvsfólkum hjá Sev og høvdu eisini eyka fólk við, sum skuldu lærast upp.

Húsahagi væl egnaður til upplæring

Laura Collin sigur, at Húsahagi er væl egnaður til upplæring, tí stutt er millum vindmyllurnar. Aðrastaðni fer nógv tíð til ferðing og koyring, meðan tøkningarnir í Húsahaga kunnu ganga millum myllurnar.

Full Circle hevur høvuðssæti í Hollandi og hevur viðlíkahaldið av fleiri enn 700 vindmyllum í Evropa, Norðuramerika og Suðurasia um hendi.

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

12 tímar síðan

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03