Í dag mánadagin 28. september vitjaði Spitsbergen, hjá reiðarínum HX Expeditions, í Elduvík.
Tað eru 128 ferðafólk umborð á Spitsbergen, sum er seinasta skip at vitja bygdina í ár.
Faroe Ship er umboðsfelag, og allar upplivingar eru fyriskipaðar av lokala cruisetoyminum við hjálp frá Runavíkar havn og Visit Runavík.
Sambært Port of Runavík var vitjanin í dag tann fjórða í ár í Elduvík.
Fyrsta vitjanin var 3. juni, tá ið NG Explorer vitjaði, og síðani hava Hebridean Sky og SH Diana vitjað, áðrenn Spitsbergen vitjaði í dag.
