Ongi úrslit

Siga nei takk til danskar pengar

ÍSF vil ikki hava, at pengar frá fólkatinginum skulu brúkast at fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum

Jonhard Hammer
18. desember 2025 kl. 11:04

Ein partur av semjuni um donsku fíggjarlógina var, at fólkatingið játtar 2,5 milliónir krónur til Oyggjaleikirnar, sum í 2027 vera í Føroyum.

So skjótt sum Anna Falkenberg fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin hevði boðað frá hesum, var orðaskifti, sum vísti, at stórur partur av føroyingum ikki vilja hava, at danskir pengar skulu – uttan at føroyingar hava biðið um tað, verða brúktir til at fíggja Oyggjaleikirnar í Føroyum. Víst varð tá á, at tað ikki lá í kortunum, tá ið Føroyar tóku á seg at skipa fyri leikunum í 2027, at danskir pengar vóru uppi í leikinum.

Nú hevur ÍSF boðað donsku myndugleikunum frá, at danskir pengar ikki skulu brúkast til at fíggja oyggjaleikirnar. Frá góðum keldum veit dimma.fo, at tað í brævi til donsku myndugleikarnar verður boðað frá, at tað bara eru pengar frá føroysku myndugleikunum og frá privatum stuðlum, sum fíggja Oyggjaleikirnar 2027.

Vit vóna at fáa eina viðmerking frá Elini Joensen, forkvinnu í ÍSF.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58