Spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum
Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum í Klaksvík, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Mangt og hvat verður á skránni í Silvalandi – spæl, aktivitetir, undirhald, konsertir og annað.
Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður í Silvlandi. Haraftrat vera ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnacafé og góður matur. Eisini ber til at heilsa uppá fitta Silva hvønn dag.
Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angela & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert. Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Nú hevur hann fyri fyrstu ferð konsert á Summar Festivalinum.
Silvaland hevur soleiðis opið festivaldagarnar:
Hósdag kl. 15-19
Fríggjadag kl. 15-19
Leygardag kl. 14-19
Á heimasíðuni sf.fo kanst tú lesa meira um Silvaland og síggja skránna.