Ongi úrslit

Sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroyum skal staðfestast

Tað er umráðandi, at Føroyar fáa somu viðurkenning av sjálvsavgerðarrættinum, sum Grønland hevur fingið

Beinir Johannesen løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum
1 tími síðan

Í dag er staðfest í avtalu millum Grønland, Danmark og USA, at avgerðir um framtíðina hjá Grønlandi verða tiknar av grønlendingum. Tað fegnist eg um umframt avtaluna sum heild.

Á allarfyrsta fundi við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, vísti eg á, at í føroyska samgonguskjalinum stendur:

“Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.”

Tí tað er umráðandi, at Føroyar fáa somu viðurkenning av sjálvsavgerðarrættinum, sum Grønland hevur fingið. Til dømis stendur í danska samgonguskjalinum, at:

“Regeringen anerkender, at det grønlandske folk er et folk i henhold til folkeretten med ret til selvbestemmelse, og at beslutninger om Grønlands fremtid træffes af det grønlandske folk og ingen andre.”

Sama stendur ikki um Føroyar. Og tað havi eg eisini gjørt vart við.

Fólkarættarliga viðurkenningin av sjálvsavgerðarrættinum ljóðar kanska háfloygt, men tað merkir, at í Føroyum ráða føroyingar, og avgerðir um Føroya framtíð verða tiknar av føroyingum og ongum øðrum.

Vit vita ikki, nær føroyingar skulu taka støðu um Føroya framtíð. Tað kann vera um stutta ella langa tíð.

Men vit vita, at um vit skulu taka støðu, so skulu vit hava eina viðurkenda, fólkarættarliga vissu fyri, at føroyingar eiga rættin at avgera framtíðina hjá Føroyum.

Avtalan, sum bleiv undirskrivað í New York í dag, burdi slóðað fyri, at vit verða javnsett við Grønland, hvat hesum viðvíkur.

Hetta hevði ikki broytt gerandisdagin hjá føroyingum í morgin. Men tað hevði verið eitt stórt og prinsipielt stig rætta vegin fyri okkara land – og avgjørt nakað, vit eiga at standa saman um.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11