Ongi úrslit

Vil varðhaldsfongslast heima

Hevur gjørt ein leigusáttmála við mammu sína og Haakon

Jóhanna Højgaard
4. mai kl. 22:00

Sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, Marius Borg Høiby, skal revsast við sjey ár og sjey mánaða fongsulsrevsing. Tað er dómurin sum ákæruvaldið ynskir.

Hann er skuldsettur fyri tilsamans 40 ákærur, harímillum neyðtøku, harðskap, hóttanir, kynsligan ágang og narkotika.

Høiby avsannar tey fýra málini um sonevnda sovi-neyðtøku, og um likamligan og sálarligan harðskap móti eini av sínum fyrrverandi unnustum. Hann hevur tó viðgingið fleiri av hinum ákærunum

Høiby, hevur biðið um at sleppa at halda fram við varðhaldsfongslingini við fótleinkju hjá mammuni og stjúkfaðirinum, skrivar Nettavisen.

Høiby situr í løtuni varðhaldsfongslaður í Oslo og bíðar eftir dómi í málinum, har tilsamans 40 ákærur eru móti honum. Men nú vil hann altso halda fram við varðhaldsfongslingini via húsarrest.

Í tí førinum at hann sleppur, verður hann tað í krúnprinsa- og prinsessubústaðnum á Skaugum, kallað Gudum. Her hevur hann júst gjørt ein leigusáttmála eftir avtalu við krúnprinsin og prinsessuna, tí hann hevur ikki longur sín gamla bústað í Frogner-økinum í Oslo.

Hettar sigur verjin hjá Høiby, Rene Ibsen, við Nettavisen.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

20 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17