Ongi úrslit

Sjúkrahúsverkið fingið nýggjan sjúkrabil

Sjúkrahúsverkið
12 tímar síðan

Í farnu viku fekk Sjúkrahúsverkið nýggjan sjúkrabil, staðsettur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tilgongdin at fáa nýggja bilin byrjaði í 2024 og hevur sostatt verið drúgv, men í dag er hann loksins komin á sjúkrahúsið.

Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava brúkt part av degnum at rigga nýggja sjúkrabilin til, so hann nú er klárur, tá  tørvur verður á honum - og tey lata væl at.

Fyri at tryggja, at brúkið og harvið eisini slitið av sjúkrabilunum í Sjúkrahúsverkinum er javnt, er ein skipan við umbýti av sjúkrabilunum í verkinum.

Nú nýggi sjúkrabilurin er komin á Suðuroyar Sjúkrahús, verður ein av hinum sjúkrabilunum sendur norður um, har hann verður partur av Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til Lambareiði.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

21 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00