Ongi úrslit

Skal tað eydnast triðju ferð?

Nú skal støða takast skjótt aftur millum norðurlendskar politikarar

Høgni Hoydal limur í Norðurlandaráðnum
22. apríl 2025 kl. 23:58

Sjálvandi skulu Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð - og eisini javnsettar millum Norðurlond. Nú hava vit aftur ein søguligan møguleika, tí Norðurlond skulu taka støðu til fullgyldugan føroyskan limaskap í norðurlendskum samstarvi.

Tríggjar ferðir hava Føroyar søkt um fullan limaskap í øllum norðurlendskum samstarvi. - Fyrstu ferð, tá ið Erlendur Patursson legði uppskot fyri Norðurlandaráðið í 1976. 

- Aðru ferð í 2003, tá ið undirritaði legði uppskot fyri Løgtingið og fyri Norðurlandaráðið um fullgyldugan limaskap.

- Og aftur í 2016, tá ið Poul Michelsen og Aksel V. Johannesen vegna landsstýrið, og Jenis av Rana og Ruth Vang sum limir vegna Løgtingið, sendu umsókn um fullan limaskap.

Hendan síðsta umsóknin er ikki svarað enn. Men nú skal støða takast skjótt aftur millum norðurlendskar politikarar. 

Vit hava eina uppgávu sum tjóðveldisfólk: At tryggja, at alt Løgtingið og Føroya fólk standa saman um, at Føroyar gerast fullgyldugur limur, og at vit ganga undan at styrkja alt norðurlendsk samstarv. Heimsstøðan eigur at styrkja okkum í hesi visjón um, at Norðurlond sjálvsagt virða og standa saman um fólkarætt, javnrættindi, mannarættindi og fólkaræði - fyri øll lond og tjóðir. Og hví skuldi tað ikki styrkt okkum øll, at ein sjálvstøðug tjóð við fólkaræði vil taka egna ábyrgd og samstarva á jøvnum føti við onnur?

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

Í gjár kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

Í gjár kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

23 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27