Ongi úrslit

Skála hevur sett nýggjan venjara

Poul N. Poulsen er settur sum nýggjur høvuðsvenjari á Skála

Skála Ítróttarfelag
2 tímar síðan

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

Skála ÍF fegnast um at kunngera, at Poul N. Poulsen er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

Poul er eitt kent andlit í felagnum. Hann er uppvaksin í Vági og kom sum 20 ára gamal til Skálar at spæla fótbólt. Poul spældi 124 dystir fyri felagið. Í dag er hann búsitandi á Skála saman við Olinu og børnunum.

Hóast sín unga aldur hevur Poul longu fleiri ár á baki sum venjari. Umframt at hava verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í okkara felagi í nógv ár hevur hann verið høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnum og hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum hjá monnum. A-venjaraprógvið kom í hús í 2024.

Nú fegnast vit um, at hann hevur játtað seg til at taka við stýrisvølinum hjá besta mansliðnum, og vit gleða okkum at síggja hann á síðulinjuni.

Vælkomin Poul - og bestu eydnu, skrivar Skála Ítróttarfelag í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

Í gjár kl. 08:13