Ongi úrslit

Gølur raka HM longu áðrenn fyrsta dyst

Spælarar og leiðarar verða bidnir um at taka skógvarnar av

© Omar Abdulkadir Artan
Jóhanna Højgaard
9. juni kl. 23:15

Longu áðrenn HM 2026 er byrjað, hevur kappingin fingið harða atfinning fyri, hvussu vertstjóðin USA fer við luttakararnum.

Mánadagin varð somaliski FIFA-dómarin, Omar Abdulkadir Artan, noktaður innferð til USA, hóast hann var úttikin at døma dystir í endaspælinum. Harvið missir Somalia sín fyrsta HM-dómara nakrantíð.

Dagin eftir varð landsliðið hjá Senegal og fylgi teirra, møtt av umfatandi trygdareftirliti, tá tey komu til San Antonio. Upptøkur vísa at spælarar og leiðarar vóru bidnir um at taka skógvarnar av og fáa viðførið teirra kannað beint á lendingarbreytini.

Hesar báðar hendingarnar hava elvt til atfinningar og sett fokus á innferðarskipanina og trygdartiltøkini hjá USA.

Sum var tað ikki nokk, so er tað iranska liðið ikki vælkomið at yvirnátta í USA. Teirra ferðalag er tí flutt til Meksiko, hettar orsakað av krígnum. Teir ferðast tí í millum Tijuana í Meksiko, og USA, tá teir skulu spæla dystir.

Kritikarar óttast at slík mál kunnu koma at skugga fyri heimsmeistaraskapinum, áðrenn fyrsti dystur yvirhøvur er spældur.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

16 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05