Ongi úrslit

Skert talufrælsi til minnilutan og manglandi skjøl í málinum

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir
4 tímar síðan

Vit, sum umboða Fólkaflokkin í minnilutanum í Tórshavnar Býráð, skulu boða frá, at vit standa fult og heilt við okkara avgerð, at fara av seinasta býráðsfundi tann 19/11, í sambandi við eitt gegnismál hjá einum samgongulimi.

Vit mugu tíðanverri staðfesta, at Elsa Berg, borgarstjóri, góðtók, at týðandi skjøl ikki vóru viðløgd í málinum. Hetta er annars eitt krav sambært §20 í Kommunustýrislógini, har staðfest er, at borgarstjórin fyrireikar øll mál, og stýrir sjálvum býráðsfundinum.

Tá borgarstjórin síðani valdi at stýra býráðsfundinum soleiðis, at okkara demokratiski rættur, at biðja um orðið í málinum á býráðsfundinum, var sýttur okkum, so mugu vit bara staðfesta, at borgarstjórin fór út um øll vanlig demokratisk og sømulig mørk.

Tí mettu vit tað verða neyðugt at fara av býráðsfundinum. Vit mettu tað ikki verða rætt og rímiligt, at vit skuldu sita sum dómarar í einum gegnismálið, uttan nøktandi innlit.  Her sipa vit til, at hvørki skjøl frá Kommunala Eftirlitinum og frá advokatum hjá báðum pørtum vóru løgd fram fyri býráðnum, fyri at tryggja, at vit býráðslimir høvdu eitt nóg gott grundarlag at taka støðu í hesum málinum.

Tað harmar okkum í Fólkaflokkinum, at fundurin skuldi enda á hendan hátt, eftir at góður samstarvsandi hevði verið á býráðsfundinum alt kvøldið.  Samgonga og minnuluti høvdu eitt nú staðið saman um fíggjarætlanina fyri 2027, sum var einmælt samtykt.

Vit í Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð ynskja tó at hyggja frameftir.

Latið okkum øll í Tórshavnar Býráð heldur standa saman um mál, sum betra um umstøðurnar og trivnaðin hjá okkara borgarum og vinnuni í kommununi.

Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð
Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

15 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10