Føroyar eru framvegis á hvíta listanum hjá Paris MoU, men støðan er vorðin munandi verri. Føroyska flaggið er fallið sjey pláss og er nú nummar 37 av 40 fløggum á listanum.
Á undanfarna listanum var føroyska flaggið nummar 30. Nýggja støðan á listanum byggir á 225 havnarríkiseftirlit í árunum 2023, 2024 og 2025. Í hesum tíðarskeiðinum vórðu skip undir føroyskum flaggi afturhildin átta ferðir.
Sjóvinnustýrið herðir eftirlitið
Sjóvinnustýrið sigur, at gongdin má vendast, um Føroyar skulu varðveita plássið á hvíta listanum.
Stýrið hevur tí økt talið á flaggríkiseftirlitum. Samstundis væntar Sjóvinnustýrið, at reiðaríini gera neyðugu ábøturnar, so færri brek verða staðfest, og skipini sleppa undan at verða afturhildin.
Bert trý lond liggja niðari
Føroyska flaggið er fjórðniðast á hvíta listanum. Bert Belgia, Pólland og Kanada liggja niðari. Danmark er nummar fýra, Noreg nummar trý og Svøríki nummar tvey. Caymanoyggjarnar eru ovastar á listanum.
Paris MoU-listin verður dagførdur á hvørjum ári. Hann byggir á eftirlit og afturhildingar seinastu trý árini. Bert fløgg, sum hava havt í minsta lagi 30 eftirlit, verða tikin við.
Nýggi listin er galdandi frá 1. juli 2026 til 6. juli 2027.