Bakkafrost hevur bókað 42 milliónir krónur í eyka kostnaði vegna fiskadeyða í skotska alivirkseminum í triðja ársfjórðingi. Tað skrivar norski miðilin iLaks.
Av hesum eru 33,5 milliónir krónur knýttar at alistøðum, har fiskurin varð tikin í ársfjórðinginum.
Stórur munur á Føroyum og Skotlandi
Bakkafrost tók tilsamans 27.600 tons av laksi í triðja ársfjórðingi. Av hesum vórðu 23.100 tons tikin í Føroyum og 4.500 tons í Skotlandi.
Munurin sæst eisini á miðalvektini. Laksurin, sum varð tikin í Føroyum, vigaði í miðal fimm kilo, meðan miðalvektin í Skotlandi var trý kilo.
Bakkafrost boðaði mánakvøldið frá støðuni í einum úrslitsvarningi.
Felagið leggur fram frágreiðingina fyri triðja ársfjórðing 2. november.