Ongi úrslit

Skráin er klár: bátar, tónleikur, barnatiltøk og rimmar dansur á Bátafestivalinum á Toftum

Bátafestivalurin á Toftum verður hildin leygardagin 2. mai 2026, og nógv bendir á, at áhugin er stórur. Fyrireikararnir upplýsa, at nógv bátatilmeldingar eru komnar inn.

© Bátafestivalurin á Toftum
Edmund Jacobsen
29. apríl kl. 17:30

Festivalurin er tann fyrsti bátafestivalurin í ár og verður, sum siður er, hildin fyrsta leygardag í mai. Fyrireikararnir heita á bátaeigarar um at tryggja sær pláss í góðari tíð.

Freistir og tilmelding

Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss var týsdagin 28. apríl. Fyrireikararnir siga, at undirtøkan er góð, og tey vænta nógvar bátar og manningar á Toftum festivaldagin.

Somuleiðis er skipað fyri kamping á økinum á havnalagnum frá 30. apríl til 3. mai. Her ber til at koma við kampingvognum og kampingbilum. Seinasta freist at melda seg til í dag -  29. apríl kl. 18.00.

Skráin: tónleikur, tiltøk og undirhald

Skráin vísir eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum allan dagin. Bátarnir møtast í Skálafirði klokkan 11.00 og sigla síðani til Toftir, har teir koma á Oyrarnar klokkan 13.00.

Sama dag eru fleiri tiltøk á skránni, millum annað:

  • hornorkesturspæling

  • andlitsmáling

  • hoppiborgir og barnatiltøk

  • skattaveiða

  • matsøla og suppa í teltinum

Seinnapartin og um kvøldið verður tónleikur í festivalteltinum við fleiri føroyskum tónleikarum, og klokkan 23.00 byrjar dansur við Hallur Joensen Band, sum heldur fram til klokkan 04.00.

Fastur siður við góðari stemning

Bátafestivalurin á Toftum er eitt afturvendandi tiltak og savnar nógv fólk á havnalagnum hvørt ár. Sambært fyrireikarunum er talan um eitt tiltak, sum plagar at draga nógv fólk, og sum skapar lív og góðan stemning á staðnum.

“Vit gleða okkum at síggja nógvar bátar og manningar og bátar á Toftum 2. mai,” ljóðar tað frá festivalinum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

12 tímar síðan