Ongi úrslit

Jenis av Rana spyr: Er landsstýrismaðurin nøgdur við Kringvarpið?

Jenis av Rana vil hava greið svar um tíðindaflutningin, kringvarpsgjaldið og møguligt eftirlit við Kringvarpi Føroya.

Jenis av Rana
1 tími síðan

Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, fimm skrivligar spurningar um Kringvarp Føroya.

Spyr um broytingar og tíðindaflutning

Jenis av Rana spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at fremja broytingar í Kringvarpinum. Hann vil eisini vita, um landsstýrismaðurin kennir seg tryggan og er nøgdur við tíðindaflutningin hjá stovninum.

Harumframt spyr hann, um núverandi gjaldsskipan er nøktandi.

Vil geva borgarunum frælsi at velja

Løgtingsmaðurin spyr eisini, um hvør einstakur borgari sjálvur skal kunna gera av, um hann vil rinda kringvarpsgjald.

Í viðmerkingunum verður víst á, at gjaldið er lógarbundið, uttan mun til um borgarin lurtar eftir ella hyggur at Kringvarpinum.

Jenis av Rana spyr eisini, um ein nevnd av áhugaðum og serkønum fólkum eigur at hava eftirlit við Kringvarpinum og veita stovninum ráðgeving.

Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 16. juni 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02