Ongi úrslit

Skúlar skulu leggjast saman og 10. flokkur skal avtakast

Áki Bertholdsen
18 minuttir síðan

Skúlar skulu leggjast saman í størri eindir - og 10. flokkur skal heilt avtakst. Tað er eitt av teimum nýggju tilmælunum hjá nýskipanarnevndini.

Tey vísa á, at longu fyri 12 árum síðani, í 2014 var eitt álit skrivað um fólkaskúlan og har varð mælt til grundleggjandi broytingar. Eitt tilmæli var at skipa landið í størri skúlaøki við felags leiðslu og umsiting fyri at gagnnýta tilfeingið betur og skapa sterkari fakligar skúlar.

Nýskipanarnevndin tekur undir við og heldur, at fólkaskúlin eigur at verða skipaður í størri og sterkari skúlar. Nevndin metir, at hetta fer at gera skúlan bíligari at reka.

Nevndin mælir samstundis til, at fólkaskúlin verður frá fyrsta til níggjunda flokk og at tíggjundi flokkur verður avtikin.

Nýskipanarnevndin heldur, at aftan á níggjunda flokk, hava tey ungu fleiri møguleikar, eitt nú miðnám, yrkisútbúgvingar, háskúlar ella at fara til arbeiðis.

Alt hetta kann geva teimum ungu bæði fakliga og persónliga menning. Hinvegin kann tíggjundi flokkur bara gera tað, at neyðugar avgerðir um útbúgving og arbeiðslív verða útsettar eitt ár. Nevndin metir tí ikki, at tað er ein almenn uppgáva at fíggja eitt eyka skúlaár, tá aðrir valmøguleikar eru til staðar.

– Neyðug vegleiðing og stuðul til ung við serligum tørvi skulu tó framvegis tryggjast, leggur nevndin afturat.

Tey siga, at verður tíggjundi flokkur strikaður, fer landskassin at spara einar 15 millliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

Í gjár kl. 08:14