Ongi úrslit

Skúlastjóri í Sørvági: Dania Niclasen sett frá 1. august

Dania Niclasen er sett í farloyvisstarv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026. Hon hevur longu røkt leiðslustarvið í trý ár.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Daniu Niclasen í farloyvisstarv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Daniu Niclasen í farloyvisstarv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla frá 1. august 2026.

40 ára gamla Dania Niclasen er úr Miðvági og hevur seinastu trý árini røkt skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla. Við setanini fær skúlin tí ein leiðara, sum longu hevur drúgvan kunnleika til bæði skúlan og dagliga virksemið.

Drúgvar royndir í skúlaverkinum

Dania Niclasen hevur læraraútbúgving frá UCN Hjørring frá 2015. Harumframt hevur hon professiónsbachelor í donskum, linjugrein í søgu, B.Ed.-ískoytisútbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya og hevur lokið masterútbúgving í leiðslu í 2026.

Royndur leiðari tekur við

Sambært Undirvísingarstýrinum hevur hon drúgvar undirvísingar- og námsfrøðiligar royndir úr fólkaskúlanum, bæði sum einalærari, lærari og innan serøkið. 

Harumframt hevur hon viðkomandi royndir við fyrisiting og leiðslu gjøgnum arbeiðið sum virkandi skúlastjóri.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00