Ljóðviðurskiftini á Skúlanum á Trøðni eru framvegis ein álvarsom avbjóðing, og nú hevur løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum Bárði á Lakjuni tríggjar beinleiðis spurningar um støðuna í skúlanum.
Umboðsmaðurin ávarar
Í skrivligum fyrispurningi vísir Eyðgunn Samuelsen á, at bygningurin varð bygdur í 1975, at nógv slit er á honum, og at námsfrøðiligi tørvurin hevur broytt seg munandi síðani tá. Samstundis er næmingatalið vaksið nógv seinastu árini.
Løgtingsins umboðsmaður heitti í november 2025 á skúlan um beinanvegin at kanna ljóðviðurskiftini og gera eina ætlan fyri, hvussu tey kunnu betrast. Umboðsmaðurin legði dent á, at fleiri næmingar eru ljóðviðkvæmir og verða neiliga ávirkaðir av vánaligum umstøðum.
Bíðað verður eftir svarum
Løgtingskvinnan spyr nú, hvør status er fyri arbeiðinum at lýsa námsfrøðiligu og fysisku karmarnar, um ein tíðar- og kostnaðarætlan er gjørd fyri neyðugar bøtur, og hvussu arbeiðið skal halda fram.
Nakað av peningi er longu játtað á fíggjarlógini fyri 2026 til at byrja arbeiðið við at bøta um ljóðviðurskiftini. Eisini varð upplýst í desember 2025, at skúlastjórin, Landsverk og uttanhýsis ráðgevar arbeiða við eini tørvs- og funktiónslýsing av bygninginum.