Ongi úrslit

Skulu nú fáa ferðastuðul til at læra seg føroyskt

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í fleiri ár hava tey, sum mugu ferðast langt til arbeiðis, ella í samband við útbúgving, fingið ferðastuðil til endamálið.

Men nú skal ferðastuðulin eisini umfata teir útlendingar. sum hava langan tein at ferðast til at læra seg føroyskt, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Tað fer hann nú at seta eina kunngerð í gildi um.

Føroyskt sum annaðmál verður boðið út á útbúgvingarstøðum kring landið. Av tí at fleiri næmingar hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, er tørvur á at tryggja at tey kunnu fáa ferðastuðul, sigur hann.

Samstundis verður lógin eisini broytt soleiðis, at nýkomin lesandi í føroyskum sum annaðmál, kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast tey ikki hava rætt til vanligan lestrarstuðul annars.

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

Í gjár kl. 21:36

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Her er best at síggja sólarmyrkingina

Í gjár kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

Í gjár kl. 13:20

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

Í gjár kl. 06:39