Nú skal politiska skipanin taka støðu til, hvussu leingi vit skulu kunna klára okkum sjálvi, skuldi ein kreppa tikið seg upp sum avbyrgir okkum frá umheiminum
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálumum
Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur spurt hann, hvussu vit eru brynjað til at taka ímóti eini støðu, har vit verða avbyrgd frá umheiminum av kríggi, ella onkrum øðrum.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tá ið politisk støða skal takast til hetta, skal støða eisini takast til, á hvørjum økjum vit skulu styrkja tilbúgvingina.
Hann sigur, at hesi seinastu árini eru annars fleiri stig tikin fyri at styrkja føroysku tilbúgvingina. Føroyar hava fingið limaskap í norðurlendska HAGA-samstarvinum, sum er samstarv ímillum tilbúgvingar- og bjargingarmyndugleikar í Norðurlondum.
Harumframt eru Føroyar við í arbeiðinum við at seta »Nordic Security of Supply Network« á stovn. Tað hevur til endamáls at styrkja veitingartrygd og mótstøðuføri í Norðurlondum.
Samstundis hava myndugleikarnir arbeitt við at fáa eina greiðari mynd av støðuni av goymslum, veitingum og veitingartrygd á ymiskum økjum.
– Hetta arbeiðið er ein týðandi fortreyt fyri at kunna gera neyðugar raðfestingar og meta um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk, sigur landsstýrismaðurin.
Ein týðandi uppgáva næstu tíðina verður at fáa greiðu á, hvørji ítøkilig tiltøk eru neyðug fyri at styrkja veitingartrygdina og mótstøðuførið á mest grundleggjandi samfelagsøkjunum, sigur hann
Hetta fevnir serliga um matvøruveiting, orkuveiting, telesamskifti og atgongd til heilivág.
Men hann sigur, at tað er ringt at siga, hvussu leingi føroyska samfelagið kann virka, um bæði sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar.
Á summum økjum eru tiltøk ett i verk fyri at veksa um goymslurnar. Á orkuøkinum eru bæði oljufeløgini og SEV í holt við at byggja tangar til brennievni. Men støða skal eisini takast til um goymslurnar skulu vera upp aftur størri.
Hvat heilivági viðvíkur, er tað eisini ein politisk avgerð, har kostnaðurin av at hava størri goymslu skal vigast upp ímóti tí tørvinum, samfelagið vil nøkta í eini kreppustøðu, tí tað verður avgerandi fyri, hvussu stórar goymslurnar skulu vera.
Viðvíkjandi matvøruøkinum eru tað privatir innflytarar, sum eiga og reka goymslurnar. Tí er støddin á teimum, í stóran mun tengd, at teimum raðfestingum, sum fyritøkurnar gera.
Annars hava Føroyar ikki nakrar heildaravtalur um veitingar frá okkara grannalondum.
Men samstarvið við Danmark, umframt HAGA-samstarvið og Nordic Security of Supply Network, er ein týðandi partur av hesum arbeiði.
– Royndirnar frá koronafarsóttini vístu, at gott samstarv við okkara samstarvspartar hevur stóran týdning í kreppustøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
– Samstundis vístu tær royndirnar, at Føroyar mugu leggja sína tilbúgving til rættis við tí fyri eyga, at landið, í eitt styttri ella longri tíðarskeið, kann verða noytt at klára seg við avmarkaðari hjálp uttanífrá.
– Arbeitt verður tí bæði við at styrkja samstarvið við okkara samstarvspartar og at fáa greiðu á, hvørjar førleikar og loysnir Føroyar sjálvar eiga at hava, sigur hann.
Í hesum sambandi er nettrygd eitt øki, stórur dentur verður lagdur á. Í 2023 varð fyrsta føroyska nettrygdarætlanin har nøkur av málunum vóru at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi, at skipa eina nettrygdartilbúgving, at seta ein nettrygdarmyndugleika á stovn og at styrkja samstarvið ímillum almennar og privatar partar.
Harumframt verður arbeitt við einari nettrygdarlóg, sum skal styrkja nettrygdina hjá teimum geirum og fyritøkum, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið.
Somuleiðis verður arbeitt ítøkiligum loysnum, ið skulu styrkja mótstøðuførið og tryggja, at grundleggjandi tænastur sum bankavirksemi, heilsuverk og samskifti, kunnu halda fram at virka, eisini í eini støðu við álvarsligum órógvi ella avbyrging uttanífrá, sigur Bárður á Steig Nielsen.