Ongi úrslit

Sleppa ikki at leggja saman fyri at forða fyri príshækkingum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Kappingarráðið hevur nú gjørt av at Borg samtakið sleppur ikki at yvirtaka Sandavágs Timburhandil, sum ætlað.

Yvirtøkan kann, í stóran mun, forða fyri kapping á marknaðunum fyri byggitilfar og fyri amboðssølu til endabrúkarar og smærri byggifyritøkur, staðfestir Kappingarráðið.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum er grundað á, at ætlaða yvirtøkan hevði ført til eina munandi miðsavning á marknaðum, sum frammanundan eru eyðkendir av fáum veitarum og avmarkaðari kapping.

Kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at Borg og Sandavágs Timburhandil eru tættir kappingarneytar, og at ætlaða samanleggingin tískil hevði eggjað fyritøkunum til at hækka prísirnar.

Harumframt byggir avgerðin hjá Kappingarráðnum á, at yvirtøkan hevði økt um vandan fyri at samskipa marknaðin fyri sølu av byggitilfari til smærri byggifyritøkur og endabrúkarar.

– Eftir ætlaðu samanleggingina hevði marknaðurin verið býttur ímillum tveir stórar veitarar, sum eru sera eins í stødd og bygnaði, og sum báðir eru limir í donskum byggiketum, sigur Kappingarráðið.

Kundarnir á teimum viðkomandi marknaðunum, har ivamál eru um kappingina, eru serliga smærri byggifyritøkur og endabrúkarar, sum hava avmarkaða keyparamakt og avmarkaðar møguleikar at umleggja sítt innkeyp til beinleiðis innflutning.

– Harumframt er atgongdin til marknaðin fyri byggitilfar treytað av munandi íløgum í sølustað, goymslu og kapitalbinding.

Fyritøkurnar báðar hava nú møguleika at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Føroya Kærustovn. Kæran skal verða latin inn í seinasta lagi fýra vikur frá í at avgerðin er kunngjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

6 tímar síðan

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27