Tað slepst ikki undan at seta sparingar í verk sum sjúklingar fara at merkja, og tað slepst heldur ikki undan uppsagnum.
Tað ásannar Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í Sambandi við Heilsuverkið verður givið við aðrari hondini og tikið við hinari. Tað merkir, at sparingar verða settar í verk, men afturfyri verður peningur settur av til annað virksemið.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað er ikki serliga hugaligt at seta sparingar í verk, men at tað er prísurin fyri at kunna seta nýggj tiltøk í verk.
Eitt er, at serliga puljan til at seta serlæknar í starv er strikað. Hon hevur verið síðani 2017 og var upp á slakar fýra milliónir, og hesi árini eru næstan 20 serlæknar settir í starv.
Annars skal Landssjúkrahúsið spara fimm milliónir, heilsutrygdargjaldið lækkar og sparingar verða eisini á teimum báðu smáu sjúkrahúsunum, sum skulu spara 800.000 pg 900.000 krónur.
Men ein sparing er, at tilboðið til kvinnur við barnsburðartunglundi verður niðurlagt og eisini familjudepilin verður niðurlagdur sum serstakur depil. Samstundis verður talið á serlæknavikarum eisini skert.
Játtanin til Giktafelagið og Psoriasisfelagið til at senda fólk uttanland í viðgerð, verður eisini strikað.
Útbúgvingin í kliniskari sjúkrarøktarfrøði, sum tað annars er klár at fara undir, verður ikki sett í verk. Tað er ein ískoytis útbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar sum ger, at sjúkrarøktarfrøðingar verða skikkaðir at átaka sær ymsar viðgerðir, her verður eisini hugsað um eldraøkið.
Ført hevur verið fram, at hetta fer at spara heilsuverkinum nógvar innleggingar. Landsstýriskvinnan sigur, at tey hava roynt at skipa so fyri, at sparingar raka sjúklingarnar sum minst, men tað slepst ikki undan at merkist.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at nakað av hesum sparingum kunnu setast í verk í umsitingini og við at nøkur av starvsfólkunum, sum eru í beinleiðis samband við sjúklingin, fara niður í starvsbrøki. Men tað slepst heldur ikki undan nøkrum beinleiðis uppsagnum.
Men landsstýriskvinnan sigur, at aftur fyri verða nakrar hundraðtúsund krónur settar av endurmenning ov endurvenjing á Suðuroyar sjúkrahúsið og peningur verður eisini settur av til at kanna um fólk hava ávísar deyðiligr arvaligar sjúkur - tað hevur týdning tá ið tey skulu taka støðu til um tey vilja hava børn.
Harafturat er ein millión sett av til serlæknar fyri at styrkja vaktarlagið innan barnsburðarøkið Somuleiðis er peningur settur av til at seta sjøtul á seta regluligar kanningar í verk fyri tarmkrabba. Tað er eitt tilmæli í Krabbameinsætlanini, at fólk oman fyri ein ávísan aldur fáa tilboð um at verða kanna regluliga fyri tarmkrabba.