Ongi úrslit

Sleppa nú at halda fram at rógva út

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

 Nú fáa útróðrarbátar í bólki 5B fleiri fiskidagar, so at teir kunnu halda fram at rógva út restina av hesum fiskiárinum, sum endar 31. august.

Tað hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Í hesum sambandi hevur hann biðið Løgtingið samtykkja, at geva bólki 5B tilsamans 750 fiskidagar afturat, so at teir sleppa fram at rógva út.

Bólkur 5B eru útróðrarbátar undir 15 tons, men sum ikki, sum sum ikki eru fullriknir útróðrarbátar. Sostatt er ofta talan um útróðrarmenn, ið hava útróður sum hjávinnu ella frítíðarítriv. Bólkur 5A eru fullriknir útróðrarbátar

Landsstýrismaðurin heldur, at í hesi serligu støðu, har eingir dagar eru eftir, er tað rímiligt at lata teir fáa fleiri fiskidagar, soleiðis at fiskiskapurin kann halda fram longur út á árið.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann er varugur við, at uppskotið víkir frá tí skipan við umsitingarætlan og veiðireglu, sum annars er galdandi og at tað kunnu vera avleiðingar av at tilluta fleiri fiskidagar.

Men talan er tó um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn, sum bert er galdandi fyri hetta fiskiárið hetta, og sum ikki broytir galdandi skipan fyri, hvussu fiskidagar verða ásettir.

Men samstundis heldur arbeiðið fram at eftirmeta treytirnar hjá bólki 5 og galdandi umsitingarætlan

Í hesum sambandi verður eisini kannað um tað er neyðugt at broyta  umsitingina av fiskiskapinum og um tiltøk skulu setast í verk fyri at verja smáfisk, og fyri at stuðla undir eina burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

Í gjár kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59