Ongi úrslit

Søgulig avtala: Føroyskir granskarar fáa nýggjar fíggingarmøguleikar

Ein nýggj rammuavtala gevur føroyskum granskarum betri møguleikar at fáa fígging og luttaka í størri norðurlendskum granskingarverkætlanum fram til 2030.

© Novo Nordisk Grunnurin.
Søren Nedergaard frá Novo Nordisk Grunninum og Johnny Mogensen frá Nordforsk skriva undir rammuavtaluna.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Novo Nordisk Grunnurin og NordForsk hava gjørt eina søguliga rammuavtalu, sum gevur føroyskum granskarum nýggjar møguleikar at fáa fígging og samstarva við granskarar í hinum Norðurlondunum. Avtalan er galdandi frá 2026 til 2030.

Í fyrra parti av avtaluskeiðnum fer Novo Nordisk Grunnurin at lata upp í 50 milliónir krónur til granskingarútboð hjá NordForsk. Møguleiki er eisini fyri fleiri játtanum seinni í tíðarskeiðnum. Pengarnir kunnu millum annað brúkast til gransking í heilsu, burðardygd og lívsvísindum.

Fyrsta avtalan av sínum slag

Hetta er fyrstu ferð, at ein privatur granskingargrunnur ger eina bindandi samstarvsavtalu av hesum slagnum við ein stovn undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Endamálið er at styrkja norðurlendska granskingarsamstarvið og skapa greiðari karmar fyri framtíðar granskingarútboð og verkætlanir.

Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya, fegnast um avtaluna.

– Hetta fer at styrkja okkara møguleikar at menna granskingarsamstarvið við onnur Norðurlond á økjum, har vit longu hava góðar førleikar og nógvar møguleikar, sigur hann.

Heimliga fíggingin skal eisini styrkjast

Samstundis leggja avtalupartarnir dent á, at privata fíggingin skal vera eitt ískoyti og ikki koma í staðin fyri almenna granskingarfígging.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sagt, at hann vil arbeiða fyri at hækka játtanina til gransking og fyri at fáa eina heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11