Ongi úrslit

Søguligur handil í Vestmanna fær nýtt lív

Vestmanna fer nú at lata upp eitt serligt vindeyga til fortíðina, tá søguligi Johnsa handil verður endurskaptur sum framsýningarhandil við upprunaligum dámi frá 1950’unum og 1960’unum.

Edmund Jacobsen
21. mai kl. 18:42

Eyðkendi ljósaguli handilin niðri við sjóvarmálan hevði virksemi fram til fyrst í 1990’unum. Síðani Vestmanna kommuna keypti bygningin í 1996, hevur hann mest verið brúktur til tiltøk. Nú skal staðið aftur fáa lív.

Ætlanin er at fylla handilin við gomlum vørum, innpakkingum og lutum, sum vísa, hvussu gerandislívið og handilsskapurin í Føroyum einaferð sóu út. Millum annað verða kaffi, sukur, karamellur, reklamuskelti og siðbundnar húsarhaldsvørur partur av upplivingini.

Gomlu innrættingarnar standa enn

Eitt serligt við verkætlanini er, at nógv av upprunaligu innrættingini framvegis er varðveitt. Handilshillarnar, skuffurnar og skápini standa frammi, júst sum tá handilin stongdi.

Sambært kommununi gevur hetta heilt serligar møguleikar at endurskapa upprunaliga umhvørvið.

Framsýningarhandil og upplivingarmiðdepil

Endamálið er bæði at varðveita søguliga andan og geva vestmenningum og vitjandi eina livandi mynd av gerandisdegnum fyri meira enn hálvari øld síðani.

Framsýningarsniðgevin Johan Holm Simonsen hjálpir við arbeiðinum, sum longu er farið í gongd. Ætlanin er at vísa úrslitið fram um hálvan juni og hava opið fyri ferðafólkum í summarhálvuni. Seinni skal handilin eisini tillagast árstíðunum, soleiðis at gestir til dømis kunnu uppliva siðbundnan handilshátt á jólum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 09:00