Sum tey flestu nú hava fingið við, er tað í kvøld, at partvís sólarmyrking er er í Føroyum.
Men tað er óvist um vit fara at síggja nakað sum helst, uttan at tað myrknar eitt sindur.
Veðurstovan sigur, at skýloftið oman fyri okkum hevur ikki verið til vildar higartil og tað er bæði samdrigið og regn ella ælaveður.
Kortini sigur Veðurstovan, at veðrið fer at batna seinnapartin, tað verður longri og longri ímillum ælini og til endans verður turt.
Forsagnirnar siga eisini at skýloftið fer at lætna eitt sindur, men ongar forsagnir vísa, at tað verður klárt og sól, men at glottar verða upp ígjøgnum skýlagið undan suðurættini.
Bestu ráðini eru at fylgja við veðrinum, hvussu tað broytist og tað kann verða ymiskt ymsastaðni í landinum og tey flestu okkara hava møguleikan at koyra ein tíma ella meir til tað rætta staðið.
Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking er, stutt fyri klokkan 18. Veðurtovan hevur tosað við tey og onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina.
Men eisini har er ringt sýnið í morgun, tí mjørkin liggur tættur heilt niður á sjógv og sýnið bara 100 - 200 metrar.