1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg fór tíverri alt ov seint undir at lesa føroyskar bøkur. Tað vóru ikki tær føroysku bøkurnar, sum fyltu nógv í mínum skúlaárum. Til dømis las eg ikki eina bók hjá Williami Heinesen, fyrr enn eg var blivin vaksin.
Tí eru tað framvegis fleiri føroyskar bøkur, sum eg framvegis ikki havi lisið, men seinastu árini havi eg miðvíst valt tær føroysku fram um útlendskar bøkur, hóast tað í sær sjálvum ikki neyðturviliga eigur at vera eitt mál.
Tað eru fleiri føroyskar bøkur, sum eg haldi, at øll áttu lisið. Til dømis Móðir Sjeystjørnu, Feðgar á Ferð, Ein Táttur er Silvur, Fractura Nasi og Glansbílætsamlararnir. Um eg tó skal velja eina burturúr rúgvuni, viðmæli eg bókina Ikki Fyrr Enn Tá, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað.
Søgan er um ein mann og eina kvinnu, eitt par, sum liva eitt vanliga eydnuríkt lív saman, men alt broytist grundleggjandi, tá maðurin leggur merki til, at kvinnan fer at broyta atburð. Hon gerst lættari ill, ørkymlað og megnar verri og verri vanligar uppgávur. Tað vísir seg, at hon hevur ein illkynjaðan knykil í heilanum. Tað er ein óvanliga sterk søga um grundleggjandi treytirnar við at vera á lívi og at liva lívið saman við einum øðrum.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Hon er væl skrivað. Oddfríður hevur ein lættan, stuttligan og fólksligan penn. Bókin er lættliga lisin og atkomulig hjá øllum.
Tað er ikki ein løtt uppgáva at loysa.
Menskur okkara eru settar saman av kenslum, og bókin lýsir so ótrúliga væl allar kenslurnar, sum eru í okkum. Tað ger bókina serliga í mínum eygum. Hon lýsir hvussu eitt fólk við ljósum sinni kann broytast og gerast myrkt og tungt, tá tað verður yvirtikið.
Hon vísir hvussu vit øll hava tørv á at binda okkum at onkrum, og hvussu vit lættliga kunnu binda okkum at onkrum ringum, tá tað góða, sum vit eru bundin at, brotnar fyri eygunum á okkum.
Søgan sigur okkum eisini, góðska er til, at vónin hevur eitt virði og at ljósrípur vísa seg tá myrkri fjalir tað mesta. Maðurin í søguni missir sítt ljós, konuna, men onnur menniskjalig (og eitt fýrbeint) sambond fara við tíðini at lýsa bjartari, og hann fer aftur at síggja eitt hægri endamál við at vera til.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Hóast evnið í bókini yvirskipað er myrkt og dapurt, tyktist bókin mær at vera ein frásøgn um, at lívið at enda sigrar, sigur frá hvussu stóran týdning okkara samband við onnur hevur, og hvussu tað kann halda okkum uppi.
Hetta er eisini ein kærleikskvøða og hvat tað merkir at halga seg hvørjum øðrum. At vísa hvørjum øðrum kærleika og trúskap er ikki bara pent og romantiskt. Tað snýr seg eisini um at standa við sítt orð, tá lívið vísir sínar ljótu síður.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Tað er vónleyst at siga. Eg haldi, at øll áttu at lisið hana. Í øllum førum vildi eg viðmælt øllum, sum undirvísa í føroyskum á miðnámi at biða sínar næmingar lesa bókina.
Um bókina:
Høvundur: Oddfríður Marni Rasmussen
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2019
Forlag: Sprotin
Síður: 288