Nýggja høllin skal skapa betri og meira nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í Sørvágs kommunu.
Kommunan boðar frá, at lendisarbeiðið er fyrsta stigið í verkætlanini, og at arbeiðið eftir ætlan fer at ganga skjótt komandi tíðina.
At arbeiðið nú er byrjað, verður lýst sum ein týðandi varði fyri kommununa og borgararnar.
Borgarafundur verður seinni
Ætlanin var at hava borgarafund í juni, men tann tíðarætlanin helt ikki. Sambært kommununi vísti hon seg at vera ov bjartskygd, tí nøkur viðurskifti skulu fáast endaliga upp á pláss, áðrenn fundurin kann haldast.
Borgarafundurin verður tó framvegis hildin.
Tá endaligu loysnirnar eru klárar, verður boðað frá, nær fundurin verður. Har fáa borgararnir høvi at síggja verkætlanina nærri og frætta meira um nýggju høllina.