Tað er rættiliga nógv grind at síggja ímillum oyggjarnar í hesum døgum.
Í fyrradagin legði ein stór grind beinini í Havn, umframt at springarar eisini løgdu beinini í Hvalvík og á Skálafjørðinum.
Aftur í gjár vóru fleiri grindir og springarabólkar sæddir millum oyggjarnar, bæði í Hvalvík, Á Tangafjørði og á Skálafjørði.
Men hvørja ferð gav sýslumaðurin boð um at lata tað fara, tí nú hava fólk nokk av grind fyribils.
Løgreglan sigur, at eisini í Suðuroy varð boðað frá grind, tað vóru fólk, sum vóru stødd á Hovsegg, sum sóu grind, men tað frættist ikki meiri um tað, so hon er ikki hildin til.
Og tíðindi vóru eisini um, at grind varð sædd í Vestmannasundi, men tað hevur løgreglan ikki fingið nakað at vita um, har hevur so einki dráp verið.