Ongi úrslit

Spælandi vættrar í viðarlundini í Kollafirði

Fríggjadagur verða vættrar settir upp í Kollafjørði

Áki Bertholdsen
13. februar 2025 kl. 14:17

Seinnapartin fríggjadagin verða standmyndir av vættrabørnum settar upp í viðarlundini í Kollafirði.

Viðarlundin í Kollafirði varð gróðursett í tveimum stigum, fyrstu ferð í 1992 og aftur í 1994.

Skógrøktin ráðgav og vegleiddi kommununi, og var eisini við til at skipa sjálva plantingina, sum dagrøktarmammur, skúlin og foreldur tóku lut í saman við starvsfólkum hjá kommununi.

Øll børnini, ið plantaðu trø í viðarlundini, fingu eitt skjalprógv, sum vísti á júst tað træið, sum tey høvdu plantað.

Tórshavnar kommuna gjørdi í 2024 avtalu við listamannin Napoleon Smith, um at gera vættrabørnini, sum nú verða sett upp.

Og nú, klokkan 14 seinnapartin fríggjadgin, fara tey at seta standmyndir av vættrabørnum upp í viðarlundini. Tórshavnar Býráð sigur, at forvitni, menning,  látur, spæl, náttúra og barnalyndi verða lýst í standmyndunum.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00