Spania hevur við 1-0 sigri á Argentina vunnið HM.
Finalan mátti út í longda leiktíð, áðrenn vinnarin varð funnin.
Spanska liðið hevði tamarhald á finaluni frá fyrsta bríksli, og hóast eingi mál vórðu skorað í fyrra hálvleiki, var tað einans Spania, sum skapti vandamiklar støður.
Argentinar fóru hart til verka, men tær mongu hørðu takklingarnar fingu ikki lív í álopsspælið hjá Lionel Scaloni.
Harða spælið hjá Argentina kostaði Enzo Fernández dýrt móti endanum av seinna hálvleiki. Hann fekk sítt seinna gula kort og varð vístur av vøllinum, og harvið vóru verjandi heimsmeistararnir noyddir at spæla í undirtali.
Tað dugdi Spania at gagnnýta, og loksins fingu spaniólar hol á í longdu leiktíðini.
Fult uppiborið sendi Ferran Torres bóltin upp í nettakið eftir 106 minuttir og gjørdist harvið matchvinnari. Málið til 1–0 varð nevniliga tað einasta í dystinum.
Argentina hevði ikki eina einastu roynd móti málinum fyrr enn í 117. minutti.