Ongi úrslit

Spreinging umborð: Íslendskt uppisjóvarskip rak hjálparleyst norðan fyri Føroyar í fleiri tímar

Íslendska uppisjóvarskipið Barði NK rak hjálparleyst norðan fyri Føroyar í meira enn tríggjar tímar, eftir at eitt oljurør brotnaði og eldur kom í maskinrúmið. Skipið fekk stóran skaða og fer ikki aftur í vinnu í bræði.

© Síldarvinnslan.
Íslendska uppisjóvarskipi Barði NK.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Hendingin var fríggjadagin, tá ið skipið var á veg heim til Íslands, eftir at tað hevði verið til umvælingar í Føroyum. Manningin fekk skjótt tamarhald á eldinum og forðaði fyri, at støðan gjørdist álvarsligari, skrivar Fiskifréttir.

Oljurør brotnaði í maskinrúminum

Bara fimm fólk vóru við Barða, tá ið eldurin kyknaði. Sambært skiparanum, Theodóri Elvari Haraldssyni, brotnaði eitt oljurør í maskinrúminum. Tað elvdi til eina spreinging og ein álvarsligan eld.

Skiparin sigur, at regluligar tilbúgvingarvenjingar høvdu avgerandi týdning. Manningin fekk sløkt eldin eftir stuttari tíð. Hevði eldurin logað longur, kundi støðan verið vorðin nógv álvarsligari.

Brimil sleipaði Barða til Havnar

Eftir spreingingina rak Barði uttan stýring í meira enn tríggjar tímar. Brimil kom skipinum til hjálpar og sleipaði tað aftur til Havnar.

Barði hevði stutt frammanundan verið til umvælingar í Føroyum. Skipið varð royndarsiglt undan fráferðini, men eingin feilur varð tá staðfestur.

Um vikuskiftið komu umboð fyri reiðaríið og onnur serkøn til Føroya at kanna hendingina og skaðan.

Alt bendir á, at skaðin er stórur, men eingin fólkaskaði var. Barði verður nú liggjandi í Havn, meðan kanningar og umvælingar fara fram.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02