Ongi úrslit

New York: Føroyar í miðdeplinum á ST-ráðstevnu um inklusjón og javnrættindi

Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum legði á ST-ráðstevnu dent á, at ítróttur kann skapa javnrættindi, inklusjón og sosiala broyting.

Edmund Jacobsen
9. juni kl. 23:00

Landsstýriskvinnan Margit Stóra hevur í hesum døgum umboðað Føroyar á ST-ráðstevnuni Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities (COSP) í New York. 

Har hevur hon varpað ljós á, hvussu ítróttur verður brúktur sum amboð til at skapa sosiala broyting og størri inklusjón í Føroyum.

Føroyar sum dømi um broyting

Á tiltakinum Sport Drives Social Change – Nordic and Global Perspectives greiddi landsstýriskvinnan frá menningini innan føroyskan kvinnufótbólt. Hon vísti á, at fyrsta almenna kvinnudeildin varð sett á stovn í 1985 við 13 liðum, og at áhugin framvegis veksur. Í dag eru sjey lið í bestu deildini og átta lið í næstbestu deildini.

Hon legði eisini dent á, at føroyskur fótbóltur hevur styrkt møguleikarnar hjá gentum og kvinnum við landsliðum á fleiri aldursstigum og við størri javnvág í leiðslunum hjá feløgum og Fótbóltssambandi Føroya.

Dentur á inklusjón

Í røðu síni vísti Margit Stóra eisini á arbeiðið fyri at gera ítrótt meira atkomuligan fyri fólk við breki. Millum annað hava Føroyar fingið hondbóltsdeild fyri børn og ung við breki, meðan føroysk paraítróttarfólk kappast á altjóða stigi. Somuleiðis hava fleiri fótbóltsfeløg skipað venjingartilboð til børn við breki.

Sambært landsstýriskvinnuni kann ítróttur ikki bara menna ítróttarfólk, men eisini vera við til at byggja eitt sterkari og meira inkluderandi samfelag.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

16 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05