Ongi úrslit

Statens Serum Institut: Lítil vandi fyri ebola-smittu í Danmark

Statens Serum Institut (SSI) sigur, at vandin fyri ebola-smittu í Danmark framvegis er “sera lágur”, hóast WHO nú hevur lýst ebolaútbrotið í DR Kongo og Uganda sum eina altjóða fólkaheilsukreppu.

© Karin Huster/Medicins Sans Frontieres
Edmund Jacobsen
20. mai kl. 10:24

Dansku heilsumyndugleikarnir fylgja kortini støðuni neyvt saman við WHO og evropeiskum samstarvspørtum, sigur Peter Henrik Andersen, deildarlækni og leiðari á SSI.

– Eingin tekin eru í løtuni um smittuspjaðing uttan fyri útbrotsøkið í Miðafrika, og sambært WHO og evropeiska smittustovninum ECDC er vandin fyri størri altjóða spjaðing framvegis lágur, sigur SSI.

Útbrotið stavar frá Bundibugyo-frábrigdinum av ebola-virusinum. Tað er serliga álvarsamt, tí eingin góðkend koppseting ella serlig viðgerð finst móti hesum frábrigdinum.

WHO upplýsir, at átta váttaðir smittutilburðir eru staðfestir í Ituri-landspartinum í DR Kongo. Samstundis eru 246 møguligir smittutilburðir skrásettir, og 80 fólk verða hildin at vera deyð av sjúkuni.

WHO ávarar um størri útbrot

WHO metir, at veruliga støddin á útbrotinum kann vera nógv størri enn higartil staðfest. Tað kemst av nógvum óupplýstum deyðsfallum og fleiri smittuketum, sum enn ikki eru kortlagdar.

Sjúkan er eisini staðfest í Uganda og í høvuðsstaðnum Kinshasa í DR Kongo.

Sambært SSI smittar ebola ikki eins lætt og influensa ella covid-19. Smittan krevur beinleiðis samband við kroppsvøsku frá sjúkum ella deyðum persónum.

USA herðir tiltøk

USA hevur samstundis hert síni ferðingarráð og frámælt øllum ferðum til DR Kongo, Uganda og Suðursudan. Amerikanskir myndugleikar hava eisini sett tiltøk í verk fyri at avmarka innferð hjá fólki, sum hava verið í økinum seinastu 21 dagarnar.

WHO leggur dent á, at útbrotið enn ikki er flokkað sum ein pandemisk neyðstøða, men altjóða heilsumyndugleikar eru kortini í hægstu tilbúgving.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17