Í vikuni samtyktu vit einmælt í Løgtinginum at hækka inntøkumarkið hjá lesandi úr 20.000 upp í 30.000 krónur. Tað merkir, at lesandi kunnu forvinna sær upp í 30.000 krónur um mánaðin í miðal, áðrenn lestrarstuðulin verður skerdur.
Í Degi og Viku í kom fram ein stúran um, at hækkingin fer at eggja lesandi til at arbeiða meira, og at tað kann ganga út yvir lesturin. Eg skilji stúranina, men eg haldi, at ein týðandi partur vantaði í innslagnum.
Markið á 20.000 krónum hevur staðið í stað síðan 2012. 14 ár har tað er tað vorðið dýrari at liva, og tímalønin er hækkað munandi. Tað merkir, at ein lesandi í dag lættari kann koma upp um inntøkumarkið, hóast viðkomandi tekur júst somu vaktir sum fyri 14 árum síðani.
Tá ið eg las til lærara, vóru vikur, har vit høvdu tveir ella tríggjar dagar uttan undirvísing. Vit høvdu sjálvandi fyrireiking og uppgávur, men fleiri av okkum høvdu eisini stundir at arbeiða. Summi tóku náttarvaktir, onnur arbeiddu mest í summarfrítíðini. Og júst har haldi eg, at kjakið í kvøld rakti eitt sindur skeivt. Ein eyka vakt í juli kann geva tær ráð at siga nei til eina vakt í november, tá ið ein stór uppgáva skal latast inn.
Eg varð sjálvur liðugur sum lærari í summar og havi leingi eftirlýst hesa broytingina. Hon kemur ov seint hjá mær, men eg gleðist um, at tey, sum lesa í dag, fáa størri frælsi at velja, nær og hvussu nógv tey arbeiða við síðuna av lestrinum.
Tí eri eg glaður fyri, at málið varð einmælt samtykt.
Steffan A. Løkin,
varafólk fyri Fólkaflokkin í Løgtinginum