Ongi úrslit

Sterk vinnulívsnøvn savnað í Havn: Norðurlendskt samstarv á skránni

Nordic Compass savnaði leiðarar úr føroyskum vinnulívi til fundar í Havn um kappingarføri, mótstøðuføri og sterkari norðurlendskt samstarv.

© Nordic Compass.
Sterk nøvn við sama borð: Leiðarar úr fleiri av størstu føroysku fyritøkunum hittust í Havn, tá Nordic Compass setti føroyskt vinnulív á norðurlendsku dagsskránna.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Nordic Compass hevur kunngjørt, at felagsskapurin hevur verið í Føroyum og hitt stjórar og aðrar vinnulívsleiðarar úr fleiri av størstu føroysku fyritøkunum. Evnið var, hvussu Føroyar kunnu geva sítt íkast til eitt sterkari og meira mótstøðuført norðurlendskt vinnulív.

Á fundinum vóru millum onnur Regin Jacobsen frá Bakkafrosti, Atli Gregersen frá Hiddenfjord, Jens Meinhard Rasmussen frá Smyril Line, Jóhanna á Bergi frá Atlantic Airways, Hákun Djurhuus frá SEV, Kristian Reinert Davidsen frá Føroya Tele og Hanus Hansen frá JFK.

Nordic Compass upplýsir eisini, at politisk umboð vóru við á fundinum, og at endamálið var at styrkja norðurlendskt samstarv.

Føroyar hava eina serliga støðu

Dentur verður lagdur á, at Føroyar eru eitt lítið og opið norðurlendskt samfelag, har fiskivinna, alivinna og maritimu vinnurnar hava stóran týdning. Samstundis virka føroyskar fyritøkur langt út um landoddarnar.

Hetta gevur Føroyum eitt serligt sjónarhorn á norðurlendskt kappingarføri og mótstøðuføri.

30 stórir aktørar standa aftanfyri

Nordic Compass er eitt vinnusamstarv við 30 leiðandi fyritøkum og grunnum úr Norðurlondum. Samstarvið arbeiðir serliga við kapitalmarknaðum, hátøkni, verju og orku og hevur sum mál at menna ítøkilig norðurlendsk átøk og almenn einkarsamstørv.

Málið er at styrkja bæði kappingarførið og mótstøðuførið í Norðurlondum í einari tíð við øktum geopolitiskum spenningi, fleiri handilsforðingum og skjótari tøkniligari menning.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31